##med2##
- Adrian var sera avgerandi í dag. Hetta staðfestir hjálparvenjarin hjá HB, Rasmus Nolsøe um trímálsskjúttan hjá HB, Adrian Justinussen sum Rasmus Nolsøe heldur verða ógvuliga gleðiligt, tí Adrian Justinussen hevur stríðst við ein málturk seinnu umførini.
HB vann 3-1 á Víkingi sum var á odda 1-0 í steðginum. Rasmus Nolsøe heldur, at HB-arnir hingu nakað nógv við høvdinum í steðginum, men avrikið í seinna hálvleiki var framúr gott.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum.
2) Hoyr samrøðuna sum var við Rasmus Nolsøe á FM1 fyrr í kvøld.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen.