Raskur drongur

13 ára gamli norski drongurin, Mats Johansen, skar 82 kilo av toskatungum í sjey tímar fyri 3.690 norskar krónur

Toskatungur

Norski drongurin, Mats Johansen, sum býr í Myre í Noregi, tjenar 500 norskar krónur um tíman við at skera toskatungur. Bert í ein dag skar hesin raski norski drongurin heili 82 kilo av tungum, ið vórðu seld fyri ein kiloprís, sum var 45 norskar krónur. Hetta gav honum eina dagløn eftir sjey tímar við knívinum, sum var 3.690 krónur.
Mats Johansen, sum byrjaði at skera toskatungur í 2003, hevur tjent sær nógvar túsund krónur, síðan hann fór undir hetta virksemi, skrivar Lofotposten.

-v-