Raske Drenge vunnu Flanders heiðurslønina

Herfyri frættist, at bólkurin Raske Drenge, har Ragnar Finsson er annar helmingurin, var í uppskoti til heiðursløn hjá Flanders Folk network í greinini Best Live band.

 

Og fyri løtu síðani kunngjørdi bólkurin á sínum facebook vanga, at Raske Drenge vann Flanders heiðurslønina í greinini Best Live band.

 

Sara Salvérius vann í greinini Best Album.

 

Raske Drenge takka á sínum facebook vanga  fyrireikarum, familju og vinum og ikki minst øllum teimum, ið hava víst stuðul, og siga Raske Drenge seg gleða seg til at standa á palli og spæla aftur.

 

Flanders heiðurslønin er flamsk heiðursløn.

 

Teir báðir í Raske Drenge, Rangar Finsson og belgiski fíólleikarin Oscar Beerten, hittust á skúla í Svøríki, og vit kenna teir eittnú fyri tulking av Grindavísuni.