Raska í pinkubók

??Við orðum og tekningum kunnu føroysk børn nú uppliva stuttligar søgur um Røsku, ið tey flestu munnu kenna frá yrkingunum á mjólkarpakkunum. Í vikuni gevur MBM nevniliga út pinkubók til tey smáu um kúnna og vinir hennara.?

Raska loysir hugflogið úr øllum bondum, og søgan verður søgd við nútíðarligum máliskum og yður í orðum, ið kveikja málið hjá børnunum á nýggjan hátt. Raska tekur støði í føroyska gerandisdegnum og stim- brar børnini við at fortelja um teirra egna heim. Ikki umsettan og tilgjørdan, men soleiðis, sum tey sjálv kenna hann – tó at hann er væl kryddaður við undar- ligum hugskotum og stuttligum vinklum. Júst so, sum børn eru von at síggja verðina.?– Við Røsku vilja vit geva børnum og vaksnum stuttligar søgur og málsligar avbjóðingar aftur við mjólkini. Vit kenna hana longu frá mjólkarpakkunum, og nú kunnu vit so njóta enn fleiri løtur saman við henni í bóku- num,« sigur Kim Petersen, marknaðarleiðari hjá MBM.?Ætlanin er at geva fleiri bøkur um Røsku út. Henda fyrsta bókin eitur Hoppa galoppa og fæst í flestøllum matvøruhandlum.?Sjúrður Gullbein og Ann-Mari Egholm hava skrivað og teknað søguna um Røsku, og konseptment og framleitt fyri MBM hevur Sendistovan.