Rasistur tikin av døgum í USA

Tann 41 ára gamli Mark Anthony Stroman varð í nátt tikin av døgum í einum fongsli í amerikanska statinum Texas. Aftan á yvirgangsatsóknina tann 11. september í 2001 fór Stroman undir eina hevndarferð. Fýra dagar aftan á yvirgangsatsóknina myrdi hann ein pakistanskan mann í býnum Dallas og seinni ein indiskan mann í býnum Mesquite. Ein triði maður, sum var úr Bangladesh, slapp við lívinum.

Undir rættarmálinum greiddi Mark Anthony Stroman frá, at hann hevði skotið menninar, tí eftir húðalitinum sóu teir út til at vera ættaðir úr Miðeystri. Tað kom eisini fram, at sum ungur hevði Stroman verið í tí tiltikna rasufelagsskapinum Aryan Brotherhood.

Í rættinum varð Stroman dømdur til deyða, og í nátt varð dómurin framdur í verki í fongslinum í Huntsville.