Ein fundur í grikska tjóðartinginum í gjár bleiv avbrotin, tá tingkvinnan Elini Zaroulia fúr tí nýnasistiska flokkinum Gyltur Morgun umrøddi innflytarar sum sjúkufongd undirmenniskju.
Orðini fullu í einari røðu, har hon fanst at rættindunum hjá innflytarum og kravdi, at grikkar, sum koma úr londum sum Albania og Russlandi, skulu hava serviðgerð.
Elini Zaroulia (uttast til vinstru á myndini) sýtti fyri at taka orðini aftur. Tingformaðurin gjørdi tí av at niðurleggja fundin og at kalla leiðararnar í tinginum á fund um orðalagið hjá tingkvinnuni. Tann fundurin endaði við einari formligari fordøming av orðum hennara.
Gyltur Morgun fekk sjey prosent av atkvøðunum á tjóðartingsvalinum í summar og 18 tinglimir.









