Altjóða fótbóltssamgongan – FIFA – hevur í dag kunngjørt, at russiska fótbóltssambandið hevur fingið ein bót á áleið 190 túsind krónur. Orsøkin er rasistiskur atburður og málburður í venjingarlandsdysti millum Russland og Frakland fyrr í ár.
Í umtalaða venjingarlandsdystinum róptu russisku áskoðarar ymsikt rasistiskt eftir spælarunum hjá Fraklandi. FIFA sigur í tíðindaskrivi, at ein kanning av hendingin hevur staðfest, at tað fór rasistiskur atburður og málburður fram frá áskoðarunum hjá Russlandi.
Tað er í løtuni stóð fokus á trupulleikarnar við rasismu í Russlandi, sum í summar er vertur fyri HM endaspælinum í fótbólti. Endaspælið byrjar 14. juni.