Rashford og Sturridge við til Fraklands

Enski landsliðsvenjarin Roy Hodgson hevur valt at geva unga stjørnuskotinum Marcus Rashford møguleikan í EM í Fraklandi.

 

Tveir mans máttu lúkast úr bruttohópinum hjá Onglandi undan EM í Fraklandi og at enda fall valið á Andros Townsend og Danny Drinkwater. Hetta merkir millum annað, at 18 ára gamla stjørnuskotið hjá Manchester United, Marcus Rashford, sleppur við liðnum til Frankaríkis. Hann fekk møguleikan í vinardystinum móti Australia fríggjadagin og lænti venjaranum álitið aftur við at skora eitt mál.

 

Roy Hodgson hevur tí valt at taka heilar fimm áleyparar við sær, tí Daniel Sturridge, sum annars hevur verið darvaður av skaða, er eisini úttikin til endaliga hópin. Hinir tríggir áleypararnir eru Harry Kane, Jamie Vardy og Wayne Rooney.

 

Hósdagin spælir Ongland seinasta vinardystin undan EM-kappingini, móti Portugal.

 

Ongland er í bólki B saman við Russlandi, Wales og Slovakia. Fyrsti dysturin er móti Russlandi í Marseille leygardagin 11. juni. Síðani spælir Ongland móti Wales í Lens 16. juni og móti Slovakia í St. Etienne 20. juni.

 

Enski hópurin sær soleiðis út:

Málmenn: 1 Joe Hart, 13 Fraser Forster, 23 Tom Heaton.

 

Verjuleikarar: 2 Kyle Walker, 3 Danny Rose, 5 Gary Cahill, 6 Chris Smalling, 12 Nathaniel Clyne, 16 John Stones, 21 Ryan Bertrand.

 

Miðvallarleikarar: 4 James Milner, 7 Raheem Sterling, 8 Adam Lallana, 14 Jordan Henderson, 17 Eric Dier, 18 Jack Wilshere, 19 Ross Barkley, 20 Dele Alli.

 

Áleyparar: 9 Harry Kane, 10 Wayne Rooney, 11 Jamie Vardy, 15 Daniel Sturridge, 22 Marcus Rashford.