Rashford bjargaði United

FC Midtjylland var á sigurskós, men so trein 18 ára gamla stórtalentið fram.

Manchester United skuldi í kvøld royna at venda óvæntaða 2-1-tapinum í fyrra dystinum ímóti FC Midtjylland. Talan var um 1/16-finalu í Europa League, har Manchester United í kvøld hevði heimavøll.


Hóast heimaliðið sat á øllum í fyrra hálvleiki, so var tað FC Midtjylland, sum púra óvæntað legði seg á odda 1-0 við máli frá Pione Sisto í 27. minutti. Fimm minuttir gjørdi Nikolay Bodurov tó sjálvmál, og so var 1-1.


Tveir minuttir áðrenn hálvleikssteðgin hevði heimaliðið gyltan møguleika at leggja seg á odda við brotssparki, men Juan Mata misnýtti møguleikan. Mikkel Andersen í FC Midtjylland-málinum bjargaði, og so fóru liðini til hálvleiks við støðuni 1-1.


Tað tók Manchester United eina løtu at koma í gongd í seinna hálvleiki, men tá teir komu tað, so komu teir tað so sanniliga eisini. 18 ára gamli Marcus Rashford, sum spældi sín allarfyrsta dyst á besta liðnum, gjørdi tað til bæði 2-1 og 3-1.

 

Ímóti dystarenda økti fyrst Ander Herrera til 4-1 við brotssparki, áðrenn Memphis Depay setti punktum við at økja til 5-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Manchester United er tískil víðari við samanløgdum 6-3-sigri.


Tað hevur sum heild gingið væl hjá ensku liðunum í Europa League í kvøld. Fyrr í kvøld vann Liverpool 1-0 ímóti Augsburg og er víðari, júst sum Tottenham er tað við samanløgdum 4-1-sigri ímóti Fiorentina.