Rás2 sigur frá VÍF-KÍF í kvøld

Slagið um Norðurstreymoy verður í Vestmanna klokkan 20 í kvøld

Stórur spenningur er um hvør skal fylgja H71 í FM finaluna í FTZ deildini.

 

Millum liðini, sum hava møguleikan eru VÍF og KÍF. VÍF hevur eins og Kyndil 21 stig, men vestmenningar hava spælt tveir dystir færri enn kyndilsmenn. KÍF hevur 19 stig, og teir hava spælt 16 av 24 dystum í grundspælinum eins og VÍF. 

 

Vinna kollfirðingar verður háspenningur í FTZ deildini, tí hava bæði VÍF, KÍF og Kyndil 21 stig hvør. Vinna vestmenningar í kvøld, so eru teir í einari góðari støðu til endaspurtin.

 

Rás2 sigur frá spennandi slagnum um Norðurstreymoy. Dysturin í Vestmanna byrjar klokkan 20, og verður tað Tróndur Arge, sum fer at siga frá. Byrjað verður at senda klokkan 19.55.

 

Øll kunnu hoyra dystin á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður o.a. tilfar kemur út á in.fo í kvøld.