Rás2 sigur frá tveimum fjórðingsfinalum

Hilmar Jan Hansen sigur frá EB/Streymi-NSÍ og Tróndur Arge sigur frá Víkingi-KÍ

Í dag verða fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið á skránni.

 

Rás2 sigur frá tveimum dystum, og fylgir gongdini í hinum báðum dystunum.

 

Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum við Margáir í Streymnesi millum EB/Streym og NSÍ og Tróndur Arge sigur frá dystinum í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og KÍ. Báðir dystirnir byrja klokkan 16.

 

Rás fer eisini at fylgja gongdini í dystinum millum AB og HB á Argjum, og dystinum millum B68 og ÍF. AB-HB byrjar eisini klokkan 16, meðan dysturin B68-ÍF byrjar klokkan 17.

 

Tað ber til at hoyra frásagnirnar á hesari leinkjuni: http://www.pressan.fo/index.php?id=101