Rás2 sigur frá tveimum effo-dystum í dag

Sagt verður frá ÍF-B36 og KÍ-EB/Streymi

Í dag, sunnudagin sigur Rás2 frá tveimum dystum. Tróndur Arge sigur frá ÍF-B36, sum byrjar klokkan 15, og Ríkin N. Djurhuus sigur frá KÍ-EB/Streymur, sum byrjar klokkan 15.

 

Heri Simonsen fer at fylgja gongdini í TB-Víkingur, sum eisini byrjar klokkan 15. Sendingin byrjar klokkan 14.15, har vit fyrst fara at práta við Áka Johansen, U17 landsliðsvenjara um góða avrikið hjá U17 dreingjunum, sum megnaðu javnleik ímóti Norðurírlandi ígjár.

 

Tað ber aftur til at vinna tvey atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland á Tórsvølli, leygarkvøldið 13. juni. Send eitt sms við einari viðmerking inn til 559999. Besta smsið vinnur tey bæði atgongumerkini.