Rás2 sigur frá tveimum dystum í dag

Sagt verður frá úr Gundadali, og av Argjum

Tað verður aftur stórur fótbóltsdagur á Rás2 í dag. Rás2 hoyrist á www.midlar.fo, á FM 88,7 og á FM 98,7. Í dag sigur Tróndur Arge frá AB-ÍF, og Hilmar Jan Hansen sigur frá HB-EB/Streymur. Vit fylgja leypandi gongdini í hinum dystunum Víkingur-FC Suðuroy, KÍ-B36, og TB-NSÍ.

 

Í sendingini "Triði Hálvleikur" tosa vit við umboð fyri feløgini, sum hava verið í leiki. Sendingin byrjar klokkan 14, har vit fyrst endurhoyra tann partin av fótbóltspanelinum, har André Olsen og Tróndur Arge umrøða effodeildina. Eftir tað verða nøkur upptaktsprát, sum Heri Simonsen fer at hava til klokkan nærkast 15.

 

Tað ber aftur til hjá lurtarunum at smsa inn til sendingina. Besta smsið, sum kemur inn til 559999 vinnur tvey atgongumerki til dansibandskvøldið hjá AB leygarkvøldið 26. september í høllini á Hálsi, har Georg eystan Á, Halleluja Sofus, Rannvá Vesturklett, Sunrise, Hans Jacob Hjelm og Norrøna Dansiband framføra.