Tað verður aftur talan um ein stóran fótbóltsdag á Rás2 í dag, sunnudagin 31. mai.
Hilmar Jan Hansen fer at siga frá oddadystinum NSÍ-Víkingur, og Tróndur Arge fer at siga frá hinum oddadystinum millum B36 og HB. Báðir dystirnir byrja klokkan 15. Njal Reinert-Petersen verður heimildarmaður til ÍF-TB, og Kári Poulsen verður heimildarmaður til FC Suðuroy- EB/Streymur, sum eisini byrja klokkan 15.
Klokkan 17.15 sigur Tróndur frá dystinum millum AB og KÍ úti á Argjum, sum byrjar tá.
Heri Simonsen byrjar sendingina við upptakt frá klokkan 14.15. Bogi Simonsen og Knút Olsen vitja til eitt fjepparaprát um B36-HB. Vit hoyra eisini frá Sigvaldi Zachariasen hjá EB/Streymi í einari samrøðu, sum Vilmund Jacobsen hevur gjørt.
Lurtararnir kunnu aftur í dag senda inn eitt beinrakið ella stuttligt sms til smsskipanina 559999. Besta smsið vinnur eitt atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland á Tórsvølli, leygardagin 13. juni. Millum spælararnar vit fara at práta við aftaná dystarlok verða Jón Krosslá Poulsen (FC Suðuroy) og Niels Pauli Danielsen (EB/Streymur).