Rás2 fer eisini at siga frá hondbólti seinnapartin í dag.
Í dag klokkan 16 fer Tróndur Arge at siga frá dystinum í FTZ deildini millum StÍF og VÍF. Háspenningur er um hendan dystin, tí VÍF hevur 14 stig, og kann við sigri koma upp á annað plássi, har KÍF liggur í løtuni við 15 stigum. StÍF hevur 13 stig, og vinna teir verða teir javnir við kollfirðingar á 15 stigum.
Rás2 fer eisini at fylgja gongdini í dystinum millum Neistan og H71 í FTZ deildini. Tann dysturin byrjar eisini klokkan 16.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður, myndir o.a. kemur út á in.fo, tá dystirnir eru lidnir.
Støðan í FTZ deildini, har stórur spenningur er um annað plássið :