Í kvøld klokkan 18 sigur Tróndur Arge á Rás2 frá oddadystinum í FTZ deildini millum H71 og VÍF, sum verður spældur í Hoyvíkshøllini.
H71 er oddalið við fullum stigatali. Hoyvíkingar hava 14 stig fyri sjey dystir, meðan vestmenningar hava 11 stig fyri átta dystir. Vinna hoyvíkingar dystin í kvøld, so leggja teir stóran sjógv millum seg og hini liðini í FTZ deildini.
Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 17.55. Øll kunnu hoyra Rás2 á www.midlar.fo. Annars ber til at hoyra Rás2 á FM 95,9, FM 88,7 og á FM 98,7.
Samrøðurnar, sum verða gjørdar aftaná dystin verða lagdar út á in.fo.