Rás2 sigur frá NSÍ-KÍ og Víkingur-HB

Sendingin byrjar klokkan 14. Klokkan 19 verður sent frá landsliðsúttøkuni í FSF-húsinum

Aftur í dag verður stórur fótbóltssunnudagur á Rás2. Hilmar Jan Hansen sigur frá NSÍ-KÌ, og Tróndur Arge sigur frá Vikingur-HB. Kunnað verður leypandi frá støðunum í hinum dystunum FC Suðuroy-ÍF, EB/Streymur-TB og B36-AB.

 

Sendingin byrjar klokkan 14, har vit fyrst endurhoyra tann størra partin av fótbóltspanelinum, har Tróndur Arge og Leivur Frederiksen umrøða effodeildina, og umfarið, sum verður í dag. Eftir tað fer Heri Simonsen at fáa fatur í liðuppstillingum kring landið.

 

Í sendingini "Triði Hálvleikur" verður tosað við umboð fyri tey ymisku feløgini, sum hava verið í leiki í dag. Tosað verður eisini við Gunnar Nielsen, landsliðsmálmann. Klokkan 19 senda vit beinleiðis frá tíðindafundinum í FSF-húsinum, har Lars Olsen, landsliðsvenjari kunnger hvørjir eru tiknir út til EM-undankappingardystirnar ímóti Ungarn á útivølli 8. oktober, og Rumenia á Tórsvølli, sunnudagin 11. oktober.

 

Tað ber til hjá lurtarunum at senda eitt sms inn til 559999. Besta smsið í dag, og besta smsið í sendingini 3. oktober vinnur eitt atgongumerki til eykakonsertina við Lukas Graham í høllini á Hálsi í Havn, fríggjakvøldið 23. oktober. Rás2 hoyrist á www.midlar.fo, og á FM 88,7 og á FM 98,7.

 

Annars ber til, sum altíð at fylgja dystunum her á in.fo.