Rás2 sigur frá steypadystinum millum VÍF og Kyndil í kvøld, meðan fylgt verður við í høllini í Hoyvík, har H71 og Neistin spæla. Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00.
Fyrra hálvfinalan millum Kyndil og VÍF endaði við javnleiki 23-23, eftir at VÍF var á odda meginpartin av dystinum. Í báðum endum var talan um gott málmansspæl, og tað kann fáa avgerandi týdning fyri hvør vinnur seg víðari í kvøld.
Rás2 fylgir eisini gongdini í dystinum millum H71 og Neistan. Her endaði fyrr hálvfinalan somuleiðis við javnleiki. Hesa ferð 22-22. Her var tað serliga máverjin hjá Neistanum, Mikkjal Hansen, sum stóð ein branddyst. Tað skal helst eisini til í kvøld, um Neistin skal hava nakran møguleika at koma víðari.
Rás2 byrjar at senda klokkan 19.50, beint aftaná endursendingina av sendingini hjá Óla Breckmann.