Rás2 sigur frá hondbólti

Rás2 sigur beinleiðis frá hálvfinalunum í steypakappingini í hondbólti

Rás2 er skipað av nýggjum, og nú fer rásin aftur at siga frá ítrótti. Um vikuskiftið sigur Rás2 frá øllum fýra fyrru hálvfinalunum í steypakappingini í hondbólti.

 

Leygardagin er tað Kyndil, sum hevur heimavølli móti avikasvist VB kvinnum og monnum hjá VÍF. Sunnudagin eru tað liðini hjá Neistanum, sum taka móti H71 hjá monnum og VÍF hjá kvinnunum.

 

Fyrru hálvfinalurnar:

Leygardagin 24.01.15 kl. 17.00 Kyndil – VB (kvinnur)

Leygardagin 24.01.15 kl. 18.30 Kyndil – VÍF (menn)

Sunnudagin 25.01.15 kl. 16.00 Neistin – H71 (menn)

Sunnudagin 25.01.15 kl. 17.30 Neistin – VÍF (kvinnur)