Fótbóltssendingin á Rás2 byrjar beint av klokkan 14. Fyrst við fjepparapráti við Knút Olsen (HB) og Bogi Simonsen (B36). Sjúrður Olsen (AB) kemur ígjøgnum pr. telefon, og tað ger Tummas Lervig, formaður í KÍ eisini. Vit fáa eisini uppstillingarnar hjá FC Suðuroy og EB Streymur, sum byrjar klokkan 14.30.
Hilmar Jan Hansen fer at siga frá Víkingur-NSÍ, og Tróndur Arge fer at siga frá HB-B36. Rás2 hevur heimildarfólk til KÍ-AB, TB-ÍF og FC Suðuroy-EB/Streymur, og kunnað verður beinaveg mál og avgerandi støða er í teimum dystunum. Hesir fýra dystirnir byrja allir klokkan 15. Tað er bara dysturin í Vági, sum byrjar klokkan 14.30.
Í "Triðja Hálvleiki", sum verður á skránni, aftaná klokkan 17 ber til hjá lurtarunum, sum altíð at vinna tvey atgongumerki til Føroyar-Grikkaland, sum verður spældur 13. juni á Tórsvølli. Í "Triðja Hálvleiki" frætta vit frá umboðum fyri øll effoliðini, sum hava verið í leiki í dag.