Rás2 sigur frá H71-KÍF

Dysturin byrjar klokkan 16. Rás2 fer eisini at fylgja gongdini í dystinum StÍF-Team Klaksvík

Rás2 fer aftur at siga frá hondbólti í dag, og talan verður um ein veruligan stórdyst í føroyskum hondbólti.

 

Klokkan 16 møtast nummar eitt og tvey í FTZ-deildini, H71 og KÍF í Hoyvíkshøllini. Talan er um tað, sum millum manna verður nevnt ein "fýrastigsdystur". Vinnur H71 koma teir uppá 24 stig, og KÍF verður hangandi á 15 stigum. Vinnur KÍF verður H71 hangandi á 22 stigum, og KÍF kemur uppá 17 stig.

 

Rás2 fer eisini at ringja inn á Skála og fylgja gongdini í dystinum StÍF-Team Klaksvík í FTZ-deildini, sum eisini byrjar klokkan 16. 

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Sendingin byrjar klokkan 15.55.

 

Ljóðsamrøður við umboð fyri H71 og KÍF koma út á in.fo seinni í kvøld.