Enn eitt gerandiskvøld sigur Rás2 frá fótbólti.
Í kvøld klokkan 19 fer Tróndur Arge at siga frá seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið millum EB/Streym og Víking, har støðan frá tí fyrru hálvfinaluni er 4-1 til Víking. Sostatt má EB/Streymur vinna 3-0, fyri at vinna seg í finaluna.
Sendingin byrjar klokkan 18.50. André Olsen verður staddur í Gundadali til hina seinnu hálvfinaluna, sum er millum HB og B68, og kemur hann at uppdatera frá gongdini. HB er á odda 1-0 frá tí fyrru hálvfinaluni á Svangaskarði.
Givið er, at in.fo fer eisini at hava uppdateringar frá báðum dystunum.