Rás2 fer at gera nógv burturúr ólavsøkufótbóltinum.Tróndur Arge sigur frá báðum dystunum á ólavsøku á Rás2.
Ólavsøkuaftan byrjar sendingin klokkan 17, tá fara vit eisini at hava prát við teir, sum hava verið í leiki fyri ÍF-Skála og AB- EB Streymur. Ljóðprat koma út á in.fo í kvøld frá teimum báðum dystunum. Tróndur byrjar frásøgnina HB-B68 klokkan 17.55. Fótbóltssendingin ólavsøkudag byrjar klokkan 15.30. Tróndur byrjar at siga frá B36-Kí klokkan 15.55.
Tað ber til at senda eitt sms til nummar 55 99 99 ólavsøkuaftan og ólavsøkudag. Besta smsið vinnur eitt atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Finnland á Tórsvølli, sunnudagin 7. september.
Í dag ber til at fylgja ÍF-Skála og AB-EB/Streymi á in.fo. Seinni í kvøld koma ljóðsamrøður út á in.fo, har prátað verður við umboð fyri liðini.