Rás2 setir øll segl til seinnapartin

Sagt verður frá HB-TB og ÍF-NSÍ. Sendingin byrjar klokkan 14

Effodeildin: Rás2 setir øll segl til nú avgerandi umførini í effodeildini eru í hondum.

 


Umframt, at fólk kunnu fylgja við á in.fo hvussu leikur fer í næstseinasta umfarinum í effodeildini sunnudagin, so ber eisini til at lurta eftir spennandi og fangandi fótbóltsfrásagnum á Rás2.

 

Sendingin byrjar klokkan 14, har ringt verður til fjepparar, sum koyra til dystirnar, sum verða kring landið. 

 

Allir dystirnir byrja klokkan 15. Tróndur Arge fer at siga frá dystinum á ovara vølli í Gundadali í Havn millum HB og TB, og Hilmar Jan Hansen fer at siga frá dystinum millum ÍF og NSÍ í Fuglafirði. Rás2 fer at hava heimildarfólk til hinar dystirnar, sum eru EB/Streymur-B36, Víkingur-KÍ og 07Vestur-AB.

 

Fellur avgerðin um FM-heitið í morgin, so fer sendingin "3. hálvleikur" á Rás2 sjálvandi at verða nógv merkt av tí.