Rás2 fer nú aftur at gera meiri burtur úr at senda aðrastaðni frá, enn bara úr Havnini.
Fyribils er avgjørt, at hvønn mánadag ímillum klokkan 16 og 17, verða sendingar úr Runavík.
Heri Simonsen, sum vanliga verður vertur í sendingini, sigur, at endamáli er at varpa ljós á allar bygdirnar í Runavíkar Kommunu, sum eru heili 15 í tali.
Í dag verður høvuðsdentur lagdur á miðstaðarøkið í kommununi, sum er Runavík og har um vegir.
Í dag fer Heri Simonsen at tosa við Magnus Rasmussen, borgarstjóra um framtíðarmøguleikarnar, nú undirsjóvartunnilin verður veruleiki um heilt fá ár.
Teir báðir far eisini at tosa um avgerðina hjá BankNordik at lata kassaavgreiðsluna í deildini hjá bankanum í Runavík, aftur.
Heri Simonsen tosar eisini við Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara í Runavík, um tað sum rørist á mentanarøkinum í kommununi, og at enda tosar hann við Trygva Mortensen, venjara hjá NSÍ, um kappingina í ár og um, hvørji mál, NSÍ hevur sett sær í ár.
Tey, sum ikki hava høvi at lurta ídag, fáa møguleikan aftur klokkan 19 í kvøld, tá ið sendingin verður endursend.
Annars fer Rás2 eisini at senda fast úr Klaksvík tveir tímar hvønn týsdag ímillum klokkan 15 og 17.