Streymslitið hevur við sær, at Rás2 ikki sendir í løtuni. Somuleiðis ber ikki til at hoyra Lindina.
- Vit hava fingið ein mann niðan á oynna at kanna, hvat er hent, men trupulleikin er nú tann, at streymurin er aftur farin, og sostatt fáa vit ikki gjørt so nógv, fyrr enn streymurin kemur aftur, sigur Petur Jacobsen. Hann hevur sendinetið hjá Rás2 um hendið.
Hann væntar, at so skjótt sum streymurin er komin aftur, fáa teir sendinetið upp at koyra aftur, og tá ber aftur til at hoyra Rás2 og Lindina.