Í annaðkvøld, sendir Rás2 beinleiðis úr Spaniastovu í Klaksvík
Les eisini: Hamferð og Fimm Feitar Flugur í Spaniastovu
Eitt nú fer Andras Sólstein at greiða frá søguni um gomlu handilshúsini í Klaksvík, sum hevur nógvar áhugaverdar søgur knýttar at sær, og vit frætta eisini um og ætlanirnar og endamálið við Spaniastovu og húsunum annars. Tey, sum fara at syngja og spæla, verða Hans Andrias Jaocbsen og Linda Gardar, umframt sangbólkurin, Fimm Feitar Flugur. Eisini støkkur bólkurin Hamferð inn á gólvið.
|