Stórur spenningur er í Kollafirði og í Vestmanna um dystin millum KÍF og VÍF í Coca Cola steypakappingini. KÍF hevur trý stig, og klárar við javnleiki at vinna seg í hálvfinaluna. VÍF má vinna fyri at vinna seg í hálvfinaluna.
Dysturin í Kollafirði byrjar klokkan 20 í kvøld, og Tróndur Arge fer at siga frá dystinum á Rás2. Lurtarar kring allan heimin kunnu hoyra dystin á www.midlar.fo.
Vestmenningar kunnu hoyra dystin á STAÐIÐ FM, frekvens 101 í Vestmanna.
Rás2 og Staðið FM hava havt eitt gott samstarv við samsendingum frá dystum hjá VÍF, monnum og kvinnum, og tann leisturin verður endurtikin í kvøld.