Í dag klokkan 13.00 fer seinasta seinnapartssendingin úr Barcelona á hesum sinni í luftina.
Tey trý Hilmar Jan Hansen, Hjalmar Hvítklett og Ramnvá Gaard Fossaberg hitta í dag føroyska listakvinnu, sum seinastu mánaðirnar hevur búð og gingið í skúla í Barcelona.
Í dagsins sending verður farið túr eftir La Rambla, sum er stóra høvuðsgøtan í Barcelona, og eisini er ætlanin at uppliva katalanska høvuðsstaðin av sjónum.
Umframt hetta verða eisini aðrar samrøður at hoyra og tónleikur, ið hoyrir summarinum til.
Hesar tríggjar dagarnar, har Rás2 hevur sent seinnapartar úr Barcelona, hava lurtararnir havt møguleika at luttaka í sms kapping, har vinningurin er ferð fyri tveir persónar til Barcelona í summar. Klokkan hálvgum fýra í dag verður vinnarin funning við lutakasti.
Seinnapartssendingin á Rás2 úr Barcelona byrjar klokkan 13.00