Líka frá klokkan 14 og fram til klokkan 17 sendir Rás2 bátastevnuradio úr Vestmanna.
Tað verður hópurin av frískligum bátastevnupráti at hoyra á Rás2 meginpartin av seinnapartinum í dag.
Vilmund Jacobsen var við í bátafylginum, tá tað stevndi inn á Vestmanna, og hann verður eisini á bátastevnuøkinum, har hann saman við Birgir Waag Høgnesen fer at siga frá og tosa við fólk.
Eisini Heri Simonsen er við í sendingini og stýrir løjunum úr rásarúminum í Vágsbotni.










