Seinnapartin klokkan 17.30 fer føroyska U21-landsliðið helst í holt við torførastu uppgávuna í hesari EM-undankappingini.
Í portugisiska býnum, Faro tekur Portugal ímóti Føroyum.
Portugal er oddalið í EM-undankappingarbólki G við 12 stigum fyri fimm dystir. Føroyar eru nummar fýra við sjey stigum fyri fimm dystir.
12 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava Portugal sum risastóran favoritt at vinna dystin.
Rás1 hjá Televarpinum vísir dystin beinleiðis.