Tað gongur framvegis stak illa við írska búskapinum, og nýggj tøl vísa, at tað fer at taka drúgva tíð at venda gongdini. Hagtølini fyri árið í fjør vísa, at búskapurin minkaði meiri enn sjey prosent í 2009, og so stóra afturgongd hevur hagstovan í Dublin ongantíð skrásett fyrr.
Tey nýggjastu tølini vísa, at afturgongdin, sum byrjaði tíðliga í 2008, er ikki hasað av enn, og búskaparfrøðingarnir vænta ikki at síggja nakað framstig fyrr enn í fyrsta lagi stutt fyri árslok í ár.
Írski búskapurin var í stórari menning til 2008, men so kom altjóða fíggjarkreppan.