Írar flúgva aftur

Myndugleikarnir í Írslandi hava latið allar flogvøllirnar uppaftur, eftir at teir vóru stongdir í gjár orsakað av øsku úr Íslandi. Øskan órógvaði eisini flogferðsluna í Skotlandi í gjár, men har hava myndugleikarnir eisini latið flogvøllirnar uppaftur.

Írska flogferðsluumsitingin, IAA, sigur, at eingin øska er í írska loftrúminum nú. Øskan er farin í ein útsynning út yvir Atlantshavið og órógvar ikki flogferðsluna longur, sigur umsitingin.