ES-londini vilja ikki lækka rentuna á kreppuláninum, sum samveldið hevur latið Írlandi. Tað samtykru ríkis- og stjórnarleiðararnir á fundi fyrrakvøldið. Herman Van Rompuy, ES-forseti, segði aftan á fundin, at Írland hevur ikki uppfylt allar treytirnar, sum ES havur lagt við fyri at lækka rentuna.
Enda Kenny, sum júst hevur tikið við sum írskur forsætisráðharri, var sum vera man ikki nøgdur við avgerðina. Hann segði tó, at írska stjórnin fer at halda fram við stríðnum fyri at fáa lægri rentu enn tey 5,8 prosentini, sum írar nú rinda.
Sambært Enda Kenny hevur eitt nú Frakland kravt, at stjórnin í Dublin skal hækka partafelagsskattin, so hann er tann sami sum í øðrum ES-londum.