Vit eru í Vestmanna fríggjakvøldið tann 17. juni. Klokkan er átta. Dagur og Vika byrjar við eyðkendu jinglunum. Høvuðssøgan verður serverað. Vit síggja nýklaktar lærarar í føroyskum klæðum, sum fegnast um lokna útbúgving. Tað sær út til, at lagt er upp til sólskinssøgu hetta kvøldið. Vit hoyra røddina hjá Sigrun Brend.
»Rumensku hjúnini Rapa fingu í dag føroyskt læraraprógv, men hava onki uppihaldsloyvi. Jógvan við Keldu heldur tað vera eina andsøgn, at tey yvirhøvur sluppu inn á læraraskúlan.«
Tað kennist sum ein bumba í stovuni í Vestmanna. Daniel Rapa fær ilt í búkin, og Ioana Rapa er kvirr. Fleiri av teirra nærmastu eru eisini í stovuni. Fyrr um dagin høvdu tey hildið gaman, men nú er tøgn í stovuni.
Sigrun Brend lesur hinar yvirskriftirnar, men orðini fara út í tóman heim í stovuni í reyðu húsunum við flagtaki í Vestmanna. Enn hevur ongin sagt nakað í stovuni. Sigrun Brend eigur orðið.
»Í dag fingu rumensku hjúnini Rapa prógv frá Føroya Læraraskúla, og bæði hava longu fingið starv, hóast tey hvørt ár mugu stríðast við at fáa uppihaldsloyvi.
Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, heldur tað tó vera eina størri andsøgn, at parið yvirhøvur er sloppið inn á læraraskúlan.«
Hvøkkurin hevur ikki lagt seg í húsunum í Vestmanna. Tey lurta við andakt eftir tí innslagnum, sum tey hildu skuldi verða eitt játtandi og jaligt innslag. Landsstýrismaðurin Jógvan við Keldu kemur til orðanna.
»Tá ið man hevur bíðilistar, og føroyingar ikki sleppa inn á teir skúlarnar, sum eru, og so eru útlendingar sum koma og koma inn á skúlarnar hjá okkum. Eg haldi tað, at handa spurningin átti tú at beint víðari til Mentamálaráðið, tí eg kundi hugsað mær at vita undir hvørjum treytum, ið Mentamálaráðið tekur næmingar inn á hesar ymisku skúlarnar uppá.«
Rumensku hjúnini skilja ikki; halda tað vera eina misskiljing.
Kvøldið líður, og tíðindasendingin verður liðug. Nú er ikki longur kvirt í stovuni. Telefonin ringir og ringir og ringir. Føroyingar kring landið og úr øllum stættum - høgir sum lágir - vilja hava orðið á Rápa-hjúnini. Øll hava tey sæð innslagið í Degi og Viku. Ella hava tey hoyrt um tað.
Tað hevur ikki meira enn lýst fyri degi morgunin eftir, so byrja reaktiónirnar at streyma inn. Politikarar og onnur tosa um avleiðingar, umberingar, misskiljingar, óhepnar viðmerkingar, útlendingar, útbúgvingar, og føroyingar.
Rapa-hjúnini tosa um tvey ára gomlu dóttrina, sum tosar føroyskt. Tey tosa um ítróttina, lærarastarvið, og framtíðina. Men mest av øllum tosa tey um Føroyar.
Sunnudagin fara Ioana, Daniel, og tvey ára gamla dótturin til Rumenia at vitja familjuna. Enn hava tey onki upphaldsloyvi fingið í Føroyum.
--
Myndatekstur:
Mynd: Jens Kr. Vang