Ransin verður dómari

Einsamalli maðurin á vøllinum í Klaksvík, sum verður púra óheftur, verður Ransin N. Djurhuus.

28 ára gamli havnarmaðurin dømir á fjórða ári í bestu deildini, og FSF hevur litið honum upp í hendi at syrgja fyri, at alt gongur fyri seg soleiðis inni á vøllinum, sum tað er ásett í reglunum.

Ransin er sonur Nemus N. Djurhuus, sum í síni tíð dømdi fleiri steypafinalur.

Hjálpardómarar í kvøld vera Andrew Christiansen og Thorvald Petersen. Eiler Rasmussen verður fjórði dómari.