Ransin N. Djurhuus leggur dómarafloytuna á hyllina. 36 ára gamli havnarmaðurin hevur dømt í bestu deildin í 11 ár, men tá hann ikki bleiv valdur til FIFA-dómara, valdi hann at gevast.
- Eg eri ikki fornermaður, men avkláraður. Eg havi dømt alt tað, sum eg kann í Føroyum, verið til øll skeið, dømt í norðurlondum við dómaraútvekslingini, verið við í Evropa og dømt steypafinalurnar. Eg standi á næstovasta trini, men kann ikki koma á ovasta trin, sigur Ransin N. Djurhuus við ÍtróttarSosialin.
Hann fer nú at hugsavna seg um at verða ungdómsvenjari hjá HB, tí har kann hann enn menna seg. Hann fær eisini stuðul frá pápa sínum, Nemus N. Djurhuus, ið somuleiðis var dómari.
Les eisini: Aldrin aftur á skíð (Gomul grein um Ransin)
- Eg havi avleverað floytu, fløgg og kort, og tað verður ikki tikið fram aftur. Heldur ikki til breiddarfótbólt ella sum eygleiðari. Kanska eg dømi onkran ungdómsdyst fyri HB, sigur 36 ára gamli dómarin.
Les longri samrøðu við nú fyrrverandi dómaran, sum hevði eitt stórt ynski um at blíva altjóða dómari.