Fyri løtu síðani var dysturin millum Føroyar og Andorra í undanundankappingini lokin. Føroysku kvinnurnar vunnu heili 8-0. Støðan í steðginum var 2-0.
Stóri profilurin í dag var Rannvá Andreasen, sum skeyt fýra mál.
Rannvá legði Føroyar á odda 1-0 við einum brotssparki í 20. minutti. Beint undan steðginum økti Rannvá til 2-0.
Í seinna hálvleiki var einvegis ferðsla. Heidi Sevdal økti til 3-0 og til 4-0 í 49. og í 62. minutti. Fríðrun Danielsen økti til 5-0 í 69. minutti. Og so fór Rannvá í gongd aftur. Rannvá økti til 6-0 í 83. minutti við enn einum brotssparki.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat økti føroyska liðið til 7-0 og 8-0. Rannvá skoraði til 7-0, meðan Lív Arge staðfesti endaliga stórsigurin.
Talan er um størsta sigurin hjá einum føroyskum fótbóltslandsliði í einum altjóða skrásettum dysti. Um aldarskiftið vann kvinnulandsliðið nakrar risasigrar á oyggjaleikunum, men teir eru ikki altjóða skrásettir.
Annars fingu Malena Josephsen og Rannvá Andreasen hvør sítt gult kort í dystinum. Málverjin hjá Andorra fekk reyða kortið longu í 18. minutti í samband við fyrsta brotssparkið.
Malta vann 5-3 á Andorra, og tí skuldu verið møguleikar fyri einum føroyskum sigri ímóti Malta eisini. Men tað kann fara at vísa seg ikki at verða nóg mikið hjá føroysku kvinnunum, tí 0-2 tapið ímóti Georgia verður helst dýrt. Vinnur Malta ikki á Georgia seinni í dag, so er møguleikin hjá føroysku kvinnunum helst farin at vinna seg víðari í undanundankappingini, sum er á Malta í hesum døgum.
Dysturin millum Malta og Georgia byrjar klokkan 13.15.