TIL ARBEIÐIS
Nú tíðin styttist til vinnustevnuna FaroExpo og mentanarvikuna í Runavík, hava tey, sum standa aftanfyri hesi stóru tiltøk, úr at gera. Nógvir bóltar eru í luftini í senn, men tá tíðin kemur, og tiltakið byrjar sunnudagin, er alt undir landi.
Ein av afturvendandi profilunum í hesum tiltøkum øll árini hevur verið Rannvá Troest.
Í sjey ár arbeiddi hon á Kunningarstovuni í Runavík, men tá FaroeExpo og mentanarvikan, sum hvørt ár verða hildin um heystið, nærkaðust, arbeiddi hon hjá Sp/f VRG (Virkisráðgeving) í Saltangará í einar tveir ella tríggjar mánaðir.
Tað er nevniliga VRG, ið er eitt privat felag, sum samskipar FaroExpo, sum Eysturoyar Vinnulívsfelag saman við Runavíkar kommunu tók stig til á heysti í 2004.
Fyri trimum árum síðan fór Rannvá í fast starv hjá VRG, og soleiðis hevur hon verið við til at samskipa og fyriskipa FaroExpo øll árini.
- Tá vinnustevnan og mentanarvikan eru um somu tíð og hanga saman sum eitt stórt vinnu-og mentanarligt tiltak í kommununi, fer eisini samskipanin fram av somu skrivstovu, samstundis sum mentanarvikan verður fyriskipað í tøttum samstarvi við Runavíkar kommunu og Kunningarstovuna í Runavík, sigur Rannvá Troest.
Størri avbjóðingar
Sum leiðari av Kunningarstovuni í Runavík gjøgnum sjey ár, fekst hon við ymiskar uppgávur, sum kundu fevna um alt frá mentanarligum tiltøkum, ymiskum ferðavinnutiltøkum til eitt nú kunning um virksemi hjá Handilsmiðdeplinum í kommununi.
- Eg haldi, at fyri meg eru fakligu avbjóðingarnar á VRG størri, enn tær vóru á Kunningarstovuni. Mín áhugi er at skapa ting og tiltøk, arbeiða fram móti úrslitum – og at síggja úrslit. Kenslan, tá tað gongur væl, og tingini “klappa”, er nakað heilt serligt.
Rannvá sigur, at henni dámar væl at fáa stundir til at gera tingini væl.
- Tað hevur eisini stóran týdning fyri meg, at eg faktiskt eri við til at forma starvið sjálv. Undir vanligum umstøðum eru vit trý fólk til arbeiðis á VRG, men tá nógv er at gera sum nú, tá vit skulu samskipa FaroExpo og mentanarviku, eru vit eini 5-6 fólk til arbeiðis.
Hon leggur aftrat, at nógvar ymiskar uppgávur fylgja við starvinum á VRG og tí persóni, sum man sjálvur er.
- Arbeiði kann vera rættiliga ymiskt – alt frá at skriva greiningar og tilmæli og fyriskipa tiltøk til at ráðgeva og marknaðarføra eina fyritøku, sum ynskir at verða meiri úti um seg. Harumframt loysa vit størri verkætlanir fyri fyritøkur, bæði almennar og privatar við fokus á optimering og tillaging av virkseminum. Vit taka okkum av nógvum ymiskum tingum, sum leiðslur í fyritøkum og stovnum eftirspyrja, sigur Rannvá Troest.
Hon stórtrívist
Rannvá dámar ógvuliga væl hjá Sp/f VRG, og í hennara sál er eingin ivi um, at hetta er eitt sera gott arbeiðspláss.
- Vit hava ein góðan stjóra við Símuni Hammer, sum gevur okkum fríar teymar í okkara starvi. Her snýr tað seg ikki neyðturviliga um at gera uppgávurnar millum klokkan 8 og 16, um tað ikki er neyðugt. Tað avgerandi er, at uppgávurnar verða gjørdar. Tað, sum stjórin leggur dent á, er úrslitini. Hetta ger arbeiði í fyritøkuni avbjóðandi og spennandi og er eftir mínum tykki við til at fáa arbeiði at blóma.
Hon leggur aftrat, at ein avgerandi fyritreyt í slíkum arbeiði er, at tað eru røttu fólkini, sum fáa avbjóðingarnar og samstundis fríheitina.
- Fyribils havi eg ongar ætlanir um at skifta arbeiði, sigur Rannvá Troest.
Hon fegnast annars um, at tað hevur gingið so væl at fáa fyritøkur at luttaka á FaroExpo í ár.
- Hetta er fyrsta árið, at vit veruliga síggja, at fyritøkur sjálvar leita til vinnustevnuna og ynskja at verða við. Vit hava bíðað eftir hesum áhuga undanfarin ár og hava brúkt nógva orku upp á at fáa fyritøkur at luttaka. Men eftir seks árum leita fyritøkurnar nú sjálvar til stevnuna, og hetta fegnast vit sjálvsagt almikið um.
Rannvá sigur, at í mun til vinnustevnuna seinasta ár, tá 53 fyritøkur vóru við, verða 70 fyritøkur við á stevnuni hesaferð.
Av hesum 70 fyritøkunum eru 20 útlendskar úr ávikavist Íslandi, Danmark og Noregi. Hinar eru allar føroyskar.
Ikki á berum
Rannvá Troest er gift Kenneth Rasmussen, og tey eiga tríggjar dreingir í aldrinum 3, 7 og 10 ár. Hon hevur lisið cand.ling.merc. í sponskum og enskum.
Umframt arbeiði á Kunningarstovuni og síðan á VRG, hevur hon eisini undirvíst í sponskum á Handilsskúlanum á Kambsdali og í enskum í framhaldsskúlanum í Runavík.
- Eg las spanskt og enskt á Handilsháskúlanum í Århuus, og sum part av hesi útbúgving las eg á universitetinum í Zaragoza í Spaniu, har eg eisini las spanskt.
Rannvá Troest búði í Danmark í tilsamans fimm ár, tvey ár í Spaniu og eitt ár í Onglandi.
- Einaferð í framtíðini kundi eg hugsað mær at flutt til Spania í nøkur ár at arbeitt, sigur fryntliga kvinnan, sum í hesum døgum hevur nógv jørn í eldinum, nú FaroExpo og mentanarvikan fara av bakkastokki.










