Rannvá úr New York til Tórshavn

Rannvá Jacobsen hevur fyri stuttum fingið sín tónleik fram í útvarpsstøð í New York. Nú verður tað tó Havnin, sum sleppur at lurta Rannvá Jacobsen hevur spælt tónleik tað mesta av sínum lívi. Seinastu árini hevur hon staðfest seg sum sangarinnu og er vorðin meiri seriøs á hesum øki. Hon var ein av songkvinnunum í væl umtókta reggae/rokk bólkinum

pH 5,5, og hevur spælt nógv á kaffistøðum og barrum í Havnini eins og niðri.

Rannvá er fyri stuttum byrjað at skriva egin løg. Hesi hava verið væl móttikin, m.a. í sangskrivarakappingini hjá AME í vetur og á 15 teimum bestu. Rannvá spælir fólkakendan singer/songwriter tónleik, og á ársins Asfalt er Heðin Ziska Davidsen við á pallinum. Størsta avrikið hjá Rannvu

var tó uttan iva á heysti í fjør, tá ið útvarpsstøð í Amerikanska statinum New York setti seg í samband við hana fyri at sleppa at spæla tónleik hennara. Lurtið eftir Rannvu á Myspace.com/rannvajacobsen.