Í løtuni spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrsta dystin í venjingarkappingini, sum næstu dagarnar er í Riga í Letlandi. Umframt Føroyar luttaka baltisku londini Estland, Letland og Litava.
Fyrsti dysturin er móti Estlandi. Fyrsta bríksl var klokkan 12, og nú tað er hálvleikur, er Estland frammanfyri 2-0. Tað mesta hevur gingið fyri seg millum brotsteigarnar báðar. Estland hevur havt fleiri hornaspørk, og tað var eftir horna úr høgru, at seinna málið varð stútað, tá ið nøkur sekund vóru farin av minuttinum, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki.
Pætur Clementsen er nýggjur venjari hjá føroyska liðnum, og hann hevur broytt verjuna sammett við, hvussu liðið hevur sæð út frammanundan. Merkisvert er tað, at Rannvá B. Andreasen úr KÍ, sum higartil hevru verið fremsti álopsspælarin, í dag er miðverji saman við Súsannu M. Hansen úr B36.
Í fremsta plássinum spælir í dag Margunn Lindholm úr EBS/Skála, sum er toppskjútti í heimligu landskappingini.
Føroyska liðið sær soleiðis út: Jóna Nicolajsen – Elisabeth Vang, Súsanna M. Vang, Rannvá B. Andreasen, Ásla Johannesen – Ansy Sevdal, Olga Kristina Hansen – Birna Tummasardóttir, Eyðvør Klakstein, Maria K. Thomsen – Margunn Lindholm










