Rannvá og Clayton eru ársins spælarar

Fyri triðju ferð í kvøld hevur Rannvá B. Andreasen verið á pallinum á Hvonn, har hon er kosin besti kvinnuligi fótbóltspælarin í 2012. Hon var eisini ársins spælari í 2011.

-Hetta er ein stórur heiður, sum eg eri sera fegin um, segði Rannvá B. Andreasen.

Hjá monnunum var Clayton Soares úr ÍF fyri fyrstu ferð kosin at vera ársins spælari. Eins og Rannvá er hann umframt ársins spælari eisini ársins toppskjútti og ársins álopsspælari.

-Clayton er í løtuni heima í Brasilia.10. februar verður hann aftur í Fuglafirði, og tað gleða vit okkum til. Flemming Christensen brúkti ikki í fyrstu umførunum Clayton Soares frá byrjan, tí hann var ikki í nóg góðari venjing. Flemming setti hann at renna og renna og renna, og tá ið Clayton var komin í góða venjing, vísti hann veruliga, hvussu góður hann er, staðfesti Ólavur Larsen,ÍF formaðurin, sum tók ímóti heiðursprógvinum fyri Clayton Soares.