Rannvá Mortensen hevur nú í fleiri ár gjørt seg galdandi í listaheiminum, við spennandi og fjølbroyttum myndum.
Hon nýtir nógva ymiska tøkni og tilfar til sínar myndir, og myndevnið er eisini øðrvísi í mun til, hvat vit eru von við.
Hon hevur millum annað brúkt collageformin, tað vil siga, at hon hevur brúkt foto, málað, skravað, límað o.s.fr., hon brúkar betong, leir, gips, jarn o.s.fr.
Í dag stendur Rannvá sum ein eksperimenterandi listakvinna, ikki bangin fyri at ganga nýggjar leiðir, og tað kann síggjast á framsýningini í Galerie Focus frá fríggjadegnum 28. januar til 11. februar.
Opið er týsdag til fríggjadag kl. 14 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.