Rannváleiðin sunnan fyri Føroyar størst í Europa

-Vit hava havt samrøður við oljufeløg um hetta prospektið, sum sigst at vera eitt tað størsta ikki boraða prospekt í øllum Europa. Tað liggur í føroyskum øki og er sera spennandi sigur Graham Stewart, stjóri hjá Faroe Petroleum við Sosialin. Graham Stewart sigur í samrøðu við blaðið, at tey hava úr at gera, nú ikki færri enn 20 brunnar skulu borast komandi tvey árini. Felagið hevur fingið 20 loyvi í Norra og skulu til at bora nógv har. Tað, sum tó hevur størst áhuga fyri føroyingar, er Anne Marie brunnurin, ið skal borast á Føroyaleiðini. ?Eg haldi henda boringin sær sera lovandi út. Vit eru sera spent, tí hesin brunnurin liggur tætt við stór fund, sum eru gjørd hinumegin markið, eitt nú Rosebank og Cambo. Vit halda tað er góður møguleiki at finna nakað.

Graham Stewart vísti á kunnandi fundinum á Hafnia í vikuni á týdningin at fáa japanarar at gera íløgur í leiting um okkara leiðir. ?Eg haldi hetta er sera áhugavert. Japanska oljufelagið Sieco er komið við í loyvi 005. Eitt annað japanskt oljufelag, Idemitsu er komið við í fimm loyvi vit hava hinumegin markið. Vit hava vónir um, at hesi feløgini og onnur við vilja vera við til at fíggja ein stóran part av útreiðslunum, soleiðis at vit kunnu halda fram við at menna okkara virksemi.

-Tit hava so eisini eitt loyvi sunnan fyri Føroyar, Rannvá, sum vit skilja stór útlendsk oljufeløg vísa áhuga!

-Vit hava havt samrøður við oljufeløg um hetta prospektið, sum sigst at vera eitt tað størsta ikki boraða prospekt í øllum Europa. Tað liggur í føroyskum øki og er sera spennandi. Vit eru komin hartil, at vit nú hava eina góða og sterka søgu at fortelja útlendskum oljufeløgum, sum leita eftir stórum prospektum í hesum økinum. Tí hava vit góðar vónir um at fáa stór oljufelag at gera íløgur í Rannvu í ár ella næsta ár, og tað kann so gera, at vit fara at bora ein brunn í komandi ári. Hann kann geva møguleikan at finna stórar nøgdir av olju.

Handilsvindeygað

-Vit síggja, at útlendsk oljufeløg hava ilt við at sleppa fram at í londum sum Venzuela og Ruslandi. Kenna tit tað sum tykkara uppgávu at byggja brýr og vísa teimum leiðina henda vegin?

-Fólk og feløg síggja okkum sum ein pionerur, og vit eru faktiskt góðtikin av teimum stóru oljufeløgunum sum eitt djúpvatnsoljufelag, og tað at man kann tiltrekkja eitt nú japonsk oljufeløg henda vegin haldi eg er ein góð byrjan, og vit hava vónir um, at tað koma uppaftur onnur feløg henda vegin at gera íløgur í leiting. Vit kenna tað so sum, at vit virka sum eitt slag av handilsvindeygað, tí vit eru í gongd alla tíðina fyri at finna onnur feløg, sum vilja gera íløgur. Vit hava jú avmarkaðan kapital, og tí noyðast vit at fara út at leita eftir øðrum áhugaðum feløgum.

Oljan ikki í land her

-Heimurin hungrar eftir olju. Skuldu vit funnið eina stóra olju- ella gasskeldu við Føroyar, so hugsa tey flestu, at hetta verður gott fyri samfelagið. Men kann hetta ikki eisini gerast eitt ?skrekksenario?, ein ræðumynd?

-Jú uppá nógvar mátar. Tá eg búgvi í útlandinum, so síggi eg tað so positivt, hvussu reint og gott tað er í Føroyum. Landið er óspolerað uppá nógvar mátar, og tá man samanber Føroyar við onnur lond, sum hava funnið olju, so er tað virkuliga nakað man má hugsa seg um, hvønn veg oljan skal renna. Eitt oljufelt í føroyskum sjógvi verður helst framleitt sum eitt offshorefelt, og man fer helst at síggja lítið og einki til tað virksemi, uttan tað, sum hendir á supplybasum ella á flogvølli og møguligt verkfrøðingaarbeiði á skipasmiðjum ol. Sjálvur haldi eg ikki, at tað er ynskiligt ella neyðugt í dag at taka oljuna til lands í Føroyum og byggja oljuraffinaríir her. Man hevur orku í Hetlandi og aðrastaðni at taka sær av oljuni. Tá tað kemur til gass er tað nakað annað. Vit høvdu kunnað fingið rímuliga bíliga orku ol.

Her eru bæði negativ og positiv ting, men eg haldi, at føroyingar duga so mikið væl at tackla slíkar avbjóðingar, at man hevði ikki gjørt nakað, sum man hevði angrað.

-Tað eru boraðir millum 200 og 300 brunnar vestan fyri Hetland. Har eru trý framleiðandi felt. Vit hava borað seks brunnar á landgrunninum. Hvussu nógvar brunnar skulu vit bora aftrat, áðrenn vit raka við olju?

-Í hvussu er ein aftrat.