Rannvá: Hetta er ótrúligt eg eigi ikki orð

(Frá Rás2) Málskjútti, stríðskvinna, liðskipari, og so eitt brent brotsspark. Hoyr Rannvá B. Andreasen seta orð á sínar kenslur.

36 ára gamla Rannvá B. Andreasen var liðskipari á føroyska liðnum fram til 77. minutt, tá hon var skift út við Elisabeth Vang.

 

Rannvá B. Andreasen kom at uppliva bæði hæddarpunkt, læddarpunkt, og so aftur tað stóra hæddarpunktið, ein 2-1 sigur á Turkalandi og víðari luttøka í HM-undankappingini.

 

Í samrøðuni greiðir Rannvá B. Andreasen eisini frá málinum hon skoraði, og brotssparkinum hon brendi.

 

- Hetta er ótrúligt, eg eigi orð, segði ein ógvuliga fegin og kensluborin Rannvá B. Andreasen í beinleiðis samrøðu við Trónd Arge aftaná minniliga dystin. Rannvá avdúkar, at hon tordi ikki at hyggja ta seinastu løtuna av dystinum. 

 

Fyri Rannvá B. Andreasen og liðfelagarnir hevur tað sera stóran týdning at koma víðari og at hava avbjóðingar framyvir í landsliðsfótbólti. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Rannvá Andreasen beint aftaná Føroyar høvdu vunnið 2-1 á Turkalandi.