Kanningarferð
Miðvági:Magnus Heinason er farin á rundferð til ymisk pláss í landinum, har skúlanæmingar í framhaldsdeildunum verða bodnir umborð at síggja skipið og hoyra, hvat gjørt verður umborð á einum rannsóknarskipi.
Tey fylgja við áhuga við tí, sagt verður, meðan fiskifrøðingurin vísir teimum, hvussu ein fiskur verður vigaður og máldur. Innvølurin skal takast úr, og innihaldið í maganum kannast.
Tíggjundi flokkur á Giljanesi er umborð á Magnusi Heinasyni, nú hann sum fyrsta staðið á rundferðini liggur á Miðvági.
Tikið varð í móti næmingunum beinanveg við landgongina, har tey sóu ymisk tól, sum brúkt verða til at draga gjøgnum sjógvin fyri at fáa hendur slíkum, sum svimur og rekur í sjónum.
Tey hava sett ymsar støðir upp skipinum, sum næmingarnir verða fluttir framvið, meðan fólk frá skipinum greiðir frá, hvat alt verður brútk til, og hvørji úrslit fáast burturúr. Mátingar av sjógvi og tí, sum í sjónum er, merking av fiski, og laboratoriekanningar, sum millum annað vísa, hvat tað var, togað varð upp úr sjónum í teimum posunum, næmingarnir sóu, fyrsta tey komu umborð.
Eitt modell av einum troli er eisini spent út á dekkinum og nakrir pappírsfiskar eru lagdir frammanfyri, so tey fáa eina hilling á, hvussu hesin reiðskaður virkar.
Niðri á millumdekkinum liggja eisini fiskar av ymsum slagi, sum Magnus Heinason hevur fingið á rannsóknarferðum undir Føroyum. Óvanligir fiskar soleiðis at skilja, at tað fyri tað mesta er fiskur, sum fingin verður á djúpum vatni. Tó er onnkur, sum ferðast nærri landi, eisini við. Og eyðsæð er, at hesum dámar næmingunum væl at hyggja at og fáa at vita, hvørjir hesir fiskarni eru.
Men tað krevst eisini annað enn bara royndirnar sjálvar, fyri at fáa skipið at sigla og finna fram til tað, sum royndir skulu takast av. Og rannsóknarferðin hjá skúlanæmingunum umborð á rannsóknarskipinum endar á brúnni, har tey sleppa at síggja øll tólini, sum krevjast at hava umborð á einum slíkum skipi í dag.