Rann skeivt men vann

Hóast Borgar Biskupstø snaraði skeivt ta einu ferðina, so varð hann fyrsti rennarin, sum vann á marathon-teininum sunnudagin

Marathon

 

Sunnudagin varð fyri fimtu ferð skipað fyri stóru Tórshavn Marathon kapprenningini.

sum navnið sipar til, so er talan um renning yvir teir klassisku 42.194 metrarnar, men hartil var talan eisini um renning yvir fleiri aðrar teinar. Hetta fyri at gera tiltakið breiðari enn bara til tey, sum megna at fullføra kravmiklasta teinin.

 

Klaksvíkingar á odda

Hjá monnum gjørdist Borgar Biskupstø fremsti rennarin. Borgar rann annars skeivt eitt petti av teininum, men tað eydnaðist honum kortini at vinna kappingina framman fyri Sigruð B. Justinussen.

Hjá kvinnunum vann Fríðunn Steinberg kappingina. Eins og Borgar, so rennur Fríðunn fyri Treysti í Klaksvík, og tað var við stoltleika fyri allan býin, at býráðið skipaði fyri móttøku, tá tey bæði komu norður sunnukvøldið.

Men eisini hjá øðrum varð nógv lagt fyri. Hvørt talan var um renning til kapping ella stuttleika, so var fremsta málið kanska at koma ígjøgnum ymsu teinarnar. Og hetta eydnaðist eisini hjá hópin av luttakarum, hvørs navn sæst á yvirlitinum her á síðuni.