- Orsøkin til, at eg byrjaði at renna, var, at eg kendi meg rættiliga strongda. Men renningin hevur hjálpt mær at koma burtur úr strongdini, sigur Alda í Ólavsstovu.
Fyrr í vikuni var hon saman við Jóhonnu Vang í seinnapartssendingini á Rás2, har tær greiddu frá, hvussu tær hava vant til HM í hálvmaraton, sum verður í Keypmannahavn leygardagin.
Hetta er fyrstu ferð, tær luttaka í eini kapping í hálvmaraton.
Í umleið hálvt ár hava tær vant miðvíst og hava góðar vónir fyri renningini leygardagin.
- Vit skulu bara gjøgnumføra teinin, og fyri okkum er tað stórt bara at kunna vera við í hesi renningini, siga tær báðar, sum tó leggja afturat, at teir fegnar vilja klára tað við tíðini 2:15 ella 2:20.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Aldu í Ólavsstovu og Jóhonnu Vang greiða frá sínum ítrótti.