Fulham hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur koyrt venjaran, Slavisa Jokanovic, meðan Claudio Ranieri verður nýggjur venjari í felagnum.
Slavisa Jokanovic megnaði í farna kappingarárið at vinna Fulham upp í Premier League, men síðani hevur ikki gingið so væl. Eftir 12 umfør hevur liðið bara vunnið ein dyst og fingið fimm stig. Tað hevur nú fingið avleiðingar.
Formaðurin í Fulham, Shahid Khan, sigur, at hann hevði ynskt at hann slapp undan, at koyra Slavisa Jokanovic, men ásannar at tað var hann noyddur til. Nýggjur í starvinum er ein kendur maður.
67 ára gamli Claudio Ranieri bleiv heimskendur, tá hann í 2016 vann Premier League við Leicester City. Tað bara hálvt annað ár eftir, at hann bleiv koyrdur sum landsliðsvenjari hjá Grikkalandi, eftir 1-0 ósigurin fyri Føroyum í Pierus.