Rani og John hava fult stigatal

Í 2. umfari í FM í talvi í Klaksvík vóru tað serliga veteranarnir, sum stóðu seg væl

Eftir tvey tey fyrstu umførini í FM í talvi fyri einstaklingar, sum í hesum døgum er í Klaksvík, eru tað bara tveir telvarar, ið hava tvey stig ella fult stigatal.
Tað eru IM’arin John Rødgaard og lokali veteranurin Rani Nolsøe. John vann í gjár við hvíta fólkinum ímóti Andreasi Andreasen, og Rani vann við hvíta fólkinum á Finnbirni Vang.
Ein annar veteranur, Torkil Nilesen, vann við svarta fólkinum ímóti Olafi Berg, sum í liðkappingini í vetur telvaði við felagnum hjá Torkili, Sandavágs Talvfelag. Hini bæði talvini endaðu við remis. Tey vóru Terji Petersen-Martin Poulsen og Sjúrður Thorsteinsson-Ólavur Simonsen.

Tvey umfør í dag
Støðan eftir tvey umfør: Rani Nolsøe og IM John Rødgaard 2,0 stig, Martin Poulsen 1,5 stig, Torkil Nielsen, Olag Berg og Sjúrður Thorsteinsson 1,0 stig, Terji Petersen, Finnbjørn Vang og Ólavur Simonsen 0,5 stig og Andreas Andreasen 0 stig.
Tvey umfør eru á skránni í dag. Fyrra umfarið var klokkan 10. Tá var skráin hendan: Finnbjørn Vang-Terji Petersen, Ólavur Simonsen-Rani Nolsøe, Torkil Nielsen-Sjúrður Thorsteinsson, Andreas Andreasen-Olaf Berg og Martin Poulsen-IM John Rødgaard.
4. umfar var klokkan 16 í dag.
Kappingin er í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík, og hon heldur fram um páskirnar. Seinasta umfar verður leygardagin, og tá verður eisini greitt, hvør kann kall seg føroyameistara í talvi 2007.